Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunnilin verður ikki opin 22. og 23. desember

John William Joensen

Leysatíðindi vilja verða við at tunnilin fór at lata upp tveir dagara undan jólum, men hetta verður afturvíst av NCC

Tað hava gingið tíðindi um at norðoyatunnilin fór at hava opið tveir dagar beint undan jólum, men frá NCC verður hetta afturvíst.
– Vit vera eisini uppringdir av fólki sum hava hoyrt hetta, men tað hevur einki við veruleikan at gera. Tað kemur ikki upp á tal at lata tunnilin upp fyrr enn arbeiði er liðugt og neyðugar góðkenningar eru komnar, var sagt frá NCC í morgun.