Almenni fundurin, sum politisk veljarafeløg hava tikið stig til í kvøld á Giljanesi, kemur uttan iva at fáa stóran týdning fyri hvussu man politisk fer at uppfylla krøvini í lógunum fyri báðar undirsjóvartunlarnar, sum ásetur at feløgini skulu avtakast og tunlarnir handast landinum at reka.

Smb. lógini um Fast Samband um Vestmannasund skal Tunnilin handast landinum seinni í ár. Politiskt eru tankar nú frammiat broyta hetta og halda fram við bummgjaldinum, hóast tunnilsfelagið nú er skuldarfrítt.
Nordlysid.fo stroymar fundin í kvøld, men vónandi heldur hetta ikki fólki aftur frá at fara til fundin.
Skrá / Luttakarar
Uni Danielsen, stjóri í pf Vágatunnilin
Marner og Eyðdis, (umboða tey mongu, ið hava búsett seg her, tí gjaldið skuldi burtur) greiða frá.
Anfinn Kallsberg táverandi løgmaður, Jørgen Niclasen, Magni Laksafoss, Ingolf S Olsen, Bjørn á Heygum,løgfrøðingur, Jan Johannesen búskaparfrøðingur og onnur luttaka
Landstýrismaðurin Hendrik Old er boðin við.
Holgar Jacobsen syngur
Høvi verður at fáa ein drekkamunn.