Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunnilsgjaldið lækka við 30%

John William Joensen

Í tíðindaskrivi frá Norðoyatunnlinum verður sagt at tunnilsgjaldið fyri tunga ferðslu lækkar 30%

TÍÐINDASKRIV TIL KUNNGERÐAR 11. DECEMBER 2006

30% príslækking á tungari ferðslu í undirsjóvartunlunum

Nevndirnar í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum hava á nevndarfundi tann 7. december 2006 avgjørt at lækka prísin á tungari ferðslu við 30% galdandi frá 8. januar 2007.

Síðani januar 2005, hava prísirnir fyri at ferðast gjøgnum Vágatunnilin verið óbroyttir og tá ið Norðoyatunnilin lat upp í apríl 2006, varð avgjørt at prísirnir skuldu vera teir somu í báðum tunlunum.

Nevndirnar í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum hava endurskoðað prísirnar og treytirnar fyri at ferðast gjøgnum undirsjóvartunlarnar.

Fyri Norðoyggjarnar, har vinnulig ferðsla uppá seg er munandi, hevur tað stóran týdning, at tunga ferðslan hevur so lagaligar treytir sum gjørligt, eins og tað fyri Vágoynna er týðandi at busskoyring í sambandi við ferðavinnuna og flutningur av skervi v.m., hevur góðar umstøður.

Nevndirnar í p/f Vágatunlinum og p/f Norðoyatunlinum hava tí samtykt hesar broytingar í skipanini, sum fyri fyrst eru galdandi frá 8. januar 2007:

Prísurin fyri tunga ferðslu verður lækkaður við umleið 30%, soleiðis at gjaldið fyri bilar millum 6 og 12,5 m nú verður 470 kr t/r í mun til 670 kr t/r áður, og soleiðis at gjaldið fyri bilar oman fyri 12,5 m nú verður 700 kr t/r í mun til 1.000 kr t/r áður.

Prístalvan er nú hendan:

Søluprísur:

Bilar upp til 3500 kg, styttri enn 6 m.:

1 túrur t/r: 170,00 kr.

5 túrar t/r:136,00 kr. (1)

20 túrar t/r:102,00 kr. (2)

40 túrar t/r: 85,00 kr. (3)(4)

Árshald: 1.000,00 kr. pr/mdr. (5)



Bilar millum 6 og 12,5 m:

1 túrur t/r: 470,00 kr.

5 túrar t/r: 376,00 kr. (1)

20 túrar t/r: 282,00 kr. (2)



Bilar yvir 12,5 m:

1 túrur t/r: 700,00 kr.

5 túrar t/r: 560,00 kr. (1)

20 túrar t/r: 420,00 kr. (2)



Depositum fyri kubba: 300,00



Gev gætur:

(1) Samlaður prísur fyri hald við 5 túrum. Sparingin er 20%

(2) Samlaður prísur fyri hald við 20 túrum. Sparingin er 40%

(3) Samlaður prísur fyri hald við 40 túrum. Sparingin er 50%

(4) Samlaður prísur fyri hald við 40 túrum, tá ið mánaðaravsláttur verður roknaður uppí. Mánaðaravsláttur 600 kr verður latin privatkundum, ið koyra minst 20 túrar í einum kalendaramánaða. Sparingin er tá 67%

(5) Samlaður prísur fyri árið. Haldið verður teknað fyri 1 ár í senn og kann ikki sigast upp. Gjaldast skal mánaðarliga forút gjøgnum GS-avtalu.

Nýggju prísirnir koma í gildi frá 8. januar 2007.