Nú eru nærum 4 ár siðani at vit fingu okkara fyrsta undirsjóvartunnil og tunnul nr. 2 hevur verið opin í meira enn 4 mánaðar.
Gjaldið fyri at ferðast gjøgnum hesar tunnlar hevur av og á verið uppi at vent. Fleiri lands- og lokalpolitikarar halda, at gjaldið er ov høgt.
Herfyri gjørdi varaborgarstjórin í Klaksvík vart við seg og metti hann, at gjaldið átti at verið sett niður í ein helming. Útvarp Føroya tók hetta við í eini tíðindasending og bæði Jákup Mikkelsen og sjótin í Pf. Norðoyatunnlinum Dávur R. Hansen søgdu sína hugsan um málið.
Varaborgarstjórin í Klaksvík metti, at tunnlarnir við verandi gongd vórðu afturgoldnir eftir 9 árum. Tunnilsstjórin metti hinvegin, at afturgjaldstíðin var 12-14 ár.
Eftir at hava kannað teir ársroknskapir og fíggjarætlanir ið tunnilsleiðslan sjálv hevur latið úr hondum er mangt ið bendir á, at varaborgarstjórin í Klaksvík hevur grein í sínum máli, tá hann nevnir eina afturgjaldstíð uppá 9 ár. Eftir okkara metan er tunnilsstjórin alt ov svartskygdur.
Men uttan mun til um talan er um 9 ella 13 ár, so kunnu vit bert staðfesta, at talan er um stutta afturgjaldstíð. Vit tosa jú um íløgur í undirstøðukervið fyir 100 tals milliónir.
Samfelagsbúskaparliga fæst sum kunnugt størst nytta burturúr um einki bummgjald er. Sum støðan er letur hetta seg kortini ikki gera, av tí at feløgini hava fíggjarligar skyldur.
Men leiðslan fyri tunnlunum er við sínum yvirvarna príspolitikki við til at avmarka ta samfelagsligu nyttu, ið tunnlarnir veita okkum.
Ein alment vald nevnd eigur at vísa størri ábyrgd og lækka prísirnar.
Ímynda vit okkum at gjaldið lækkar við einum helmingi og at túratalið harvið økist 50%, so missir tunnilin bert 25% av sínum umsetningi. Tað merkir at afturgjaldstíðin verður eini 6 ár longri. Brúkarin verður tann stóri vinnarin. Verandi brúkarin kann nú koyra fyri hálvan prís og fleiri nýggir brúkarar ið ikki til fulnar hava ráð at nýta tunnlarnar við verandi prísum hava nú ráð at koyra.
Fyri Pf. Norðoyatunnilin og Pf. Vágatunnilin er hetta heldur eingin vansi. Tunnlarnir skulu latast landinum tá teir eru afturgoldnir so fyri partafeløgini er talan hvørki um vinning ella tap.
Men brúkarin hevur fingið mest burturúr. Og eru tunnlarnir ikki gjørdir júst fyri brúkaran???




