Tunnilin verður tikin alment í nýtslu leygardagin 20. oktober og í hesum sambandi bjóðar landsverk til alment hátíðarhald
Skráin er hendan
Hovstunnilin verður tikin alment í nýtslu leygardagin 20. oktober, 2007.
Í hesum sambandi bjóðar Landsverk til alment hátíðarhald við tunnilsmunnan hovsmegin, til móttøku
aftaná í Gistingarhúsinum í Øravík og til veitslu fyri innbodnum um kvøldið.
SKRÀ
Kl. 13.00:
Bussar koyra tey innbodnu av Krambatanga til Hovstunnilin.
Kl. 14.00:
Hovstunnilin verður latin upp alment hovsmegin.
Kl. 15-17:
Aftaná verður alment hátíðarhald í Gistingarhúsinum í Øravík.
Kl. 17-19:
Handilsfelagið á Tvøroyri og Tvøroyrar kommuna bjóða tunnilslagkøku, kaffi /bollar og ballónir
í miðbýnum á Tvøroyri. Aftaná verður livandi tónleikur í miðbýnum. Allir handlar hava opið til kl. 22.00.
Kl. 19.00:
Døgurði fyri innbodnum í ítróttarhøllini á Tvøroyri.
Kl. 24.00:
Almennur tunnilsdansur í Klubbanum á Tvøroyri, sum Handilsfelagið á Tvøroyri skipar fyri.




