Eingin trygdarútgerð er hóast tað koyra 1000 bilar um samdøgrið gjøgnum tunnlarnar og flestu óhappini á landsvegunum í norðoyggjum – júst henda í somu tunnlum
Hvannsunds Kommuna hevur fleiriferðir roynt at gjørt vart við støðuna yvir fyri landsmyndugleikunum – men tað hevur verið sum at tosað fyri deyvum oyrum.
– Størsta marran hjá okkum foreldrum er at børn okkara hvønn dag koyra gjøgnum tunnilin við einum bussi sum júst passar inn í holið.
– Um bussurin skuldi rent í veggin – sum er einans 20 cm burtur frá bussinum – so hava børnini ongan møguleika at sleppa út gjøgnum hurðarnar.
Eitt sindur um tunnlarnar
Tunnlarnir norður um fjall servisera tíggju bygdum við umleið túsund fólkum.
Hetta svarar til 20% av norðoyggjum.
Norðanfyri fjall eru tvey flakavirkir – og her liggja tríggjar av seks alistøðum og tríggjar av fýra smoltstøðum í Norðoyggjum.
Tað koyra umleið 1000 bilar í meðal um samdøgrið ígjøgnum tunnlarnar.
Flestu óhappini á landsvegunum í Norðoyggjum eru í tunnlunum norður um fjall.
Trygdin í tunnlunum er als ikki nøktandi.
Teir eru einsporaðir og hvønn dag koyra bussar hjá bygdaleiðum við skúlabørnum og øðrum.
Rennur bussur seg fastan í tunnlinum er sera trupult hjá børnum og ferðafólkum at sleppa út.
Eingi ljós, neyðtelefonir, eldsløkkjarar eru í tunnlinum.
Lastbilar og bussar kunnu ikki møtast í tunnlinum og nógvir sleppa als ikki gjøgnum tunnlarnar.




