Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunnlarnir einaferð enn

Absalon í Buð

Hevði fyri nøkrum døgum síðani nakrar fyrispurningar um Skálafjarðatunnilin. Sjálvt um svar ikki er komið. So fari eg – eftir at hava kaga í uppskot, íð er úti til hoyringar .

Hevði fyri nøkrum døgum síðani nakrar fyrispurningar um Skálafjarðatunnilin.

Sjálvt um svar ikki er komið. So fari eg – eftir at hava kaga í uppskot, íð er úti til hoyringar .

At koma við nøkrum viðmerkingum.

Sjálvt um fleiri ristu á høvdið, kallaðu hann ”vingluskølt” so hevur søgan prógvað, at orðini hjá Krag ”Jeg har et standpunkt, til jeg tager et nyt” vóru vísdóms orð.

Eftir at ein av okkara tungu politikkarum – fekk toga ein tunnil fram um, raðfestingina tá var, ynskti viðkomandi ”Tunnil time out” – Nú var nómikið við hesum harða kensluleysa ”basaltinum”- meira hjartblóð- bleyt virðir.

Seinni vendi hann spakuliga aftur ”Møguliga skulu tey mest vandamiklu økini viðgerðast fyri seg”?

Úrslit.

Fyrsti tunnil av tí slagnum, útboðin í summar. ”Time outi” avtikið. Til valið, førdi ein flokkur sum høvuðs valagn – ongin tunnil yvihøvur – Alt skal vera bleytt. Eitt av valevnunum, íð var nevndarformaður ”undir sjóva tunnla”, lovaði bál og brand . Bara hugsa var um tunnlar. Ikki hoyrt frá viðkomandi aftur. Haldi hann hevur klórað seg longur upp í fíggjar ”hierarkiði”, har er helst best at tiga??

Støðan nú: Øll ”time out” og ”blokkeringar” avtikin. Báðir tunnlarnir beinanvegin. Heldur í dag, enn í morgin. Rakstrarrópið frá almenna geiðranum:

”Vilt tú verunliga gjalda 145 milliónir um árið fyri ein tunnil. Tá tú kanst fáa tveir fyri 109 milliónir kr. árliga”??

Leiddi meg inn á søguna, tá Svíningar keyptu komfýrin á sinni.

Sølumaðurin reypaði:”Hesin brennur bert ½ árs brennið.

Sjálvandi keyptu teir tveir – so sluppu teir undan, at skaffa brennið. Á veg til húsa, var roynt at turka á báðum komfýrunum. Vánaligt úrslit. Báðir tveittir í havið út fyri ”Mjóvanesi” Svíningar føldu seg snýttar, av tølandi sølumanninum.

Tølini í uppskotinum eru á hesum ólukku rokniørkum – har fremsta uppgávan er, at gera alt so torskilt, at fáður skilir nakað.

Veit ikki, um gloymt er at skrúva uppá onkran tøpp á telduni??

Tí 2011 er sett til ár 0. 2016 verður kravt tunnilsgjald, bæði í Skálafjarða og Sandoyar tunnlinum.

So frægt sum eg dugi at skilja tølini.

So skal 2013 stovnast partafelag, har landið setur 10 mill. Kr í partapeningi.

Síðani verða játtaðar 31,5 mill. kr. í 8 ár, so partapeninguri 2021 er 260 mill. kr.

Farið verður undir at bora báðar tunnlarnar beinanvegin. 5 ár seinni, er so koyrandi bæði inn á Skálafjørðin og suður til Skopunar – undirsjóva.

Til at fíggja hetta, skulu pengar lánast. 2018-19, er lániskuldin til tunlar ca. 2 milliardir kr. Rentan sett til 3%.

Yvist um tað heldur. Tá lániveitarnir fáa at vita, at heilar 2 milliardir skulu lánast, og samlaða skuldin hjá landskassanum tá verður minimum 5 milliardir.

Sær annars gott út á papírinum?

Men sanniliga sá ”Skipapakkin” uppá 2milliardir í 80-inum eisini gott út. So fínur hann var. Vit róptu øll ”Halleluja”.  

A v r o k n a ð var við kassa 1, tann 6. oktober 1992.

Tá privata hugskotið ”Stóratjørn” sá dagsins ljós , vóru fleiri politikkarar grønir í andlitinum. Tí tað almenna ikki hevði fostrað hetta fantastiska ævintýrið. Onkur ”konventeraði” enntá frá hægsta fíggjarliga sessi landsinds yvir til ”herligheitina”

Tey íð stríðast við at fylla í landskassan. Yppa helst í dag øksl, og anda eitt sindur lættari. At tey ikki eisini vóru noydd at tetta tað holið.

Tunnil viljin er øgiligur í løtuni. Nú fáa vit at sjá. Hvussu leikur fer.

Vinarliga

Absalon í Buð