Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunnlarnir norður um fjall ikki í samgonguskjalinum

John William Joensen

Samgonguskjalið er skuffandi fyri tey sum búgva norðan fyri fjall

Tó er ein lítil uggi at hóma tí í samgonguskjalinum stendur at Samferðsluælanin 2008 – 2020 verður viðgjørd politiskt og íløgur raðfestar út frá henni.
Og sambært hesari ætlan standa tunnlarnir norður um fjall – framalaga.

Samferðsla- og samskiftismál
Landsstýrið hevur skyldu at tryggja hóskandi ferðasamband kring alt landið. Eitt væl útbygt og væl virkandi samferðslukervi hevur alstóran týdning fyri trivnaðin í útjaðaranum og fyri vinnuna og trivnað í landinum sum heild.
Langtíðar samferðsluætlan
Samferðsluætlanin 2008-2020 verður viðgjørd politiskt, og íløgur verða raðfestar út frá henni. Langtíðar íløgukarmar og landsfevnandi útbyggingarætlan viðvíkjandi framtíðar samferðslukervinum verður orðað og samtykt.
Arbeitt verður við at finna leist fyri fígging av samlaða samferðslukervinum, soleiðis at allir borgarar í landinum verða javnt settir viðvíkjandi flutningskostnaðinum.
Atkomuviðurskiftini á útoyggj skulu betrast.
Rørslutarnað í ferðsluni
Umstøðurnar hjá rørslutarnaðum í samferðsluni skulu betrast vísandi til ST-sáttmálan fyri brekað.