Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunnusláing á Tekniska Skúla

John William Joensen

Afturvendandi tunnusláingin var í gjár. Wiskey-tunnan var rættuliga seiglíva.

Í gjár var árliga tunnusláingin á Tekniska Skúla. Hesuferð kom tann seiga wiskey-tunnan frá Heygabúðini. Hon var ótrúliga drúgv. Slátturin byrjaði klokkan trý og kattakongurin var ikki funnin fyrr enn klokkan 17.20. So leingi var at bíða eftir føstulávintbollunum.