Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunnusláttur í KI-høllini leygardagin

Hannefíða Joensen

Árliga tunnusláingin, sum Klaksvíkar Hornorkestur skipar fyri, verður leygardagin 9. februar kl. 14.00.

Árliga tunnusláingin, sum Klaksvíkar Hornorkestur skipar fyri, verður leygardagin 9. februar kl. 14.00.

Í ár er fyriskipanin av tiltakinum broytt nakað, við tað at nú eru tað Klaksvíkar Hornorkestur og Ægir, sum samstarva um tiltakið.

Umframt sjálva tunnusláingina fyri børn, verður køtutombola á skránni, øll børnini fáa ein pakka av bomm og kattakongarnir fáa ein stóran bommpakka og medalju.

Tey vaksnu hava møguleika at keypa sær kaffi við onkrum afturvið.

Fyrireikararnir siga, at enn er tiltakið ikki heilt fastlagt, men roknast kann við, at eitthvørt annað verður at upplivað hjá børnum og vaksnum í KÍ høllini leygardagin.

Kostnaðurin er settur til 20 krónur fyri hvønn.

Lýst verður nærri í Norðlýsinum í komandi døgum.

Harleyfacadeacryl