Fylgisveinamyndin vísir nógv brúgvaløg við regni og sirmi um okkara leiðir. Ætlandi fara skipanirnar við skýggjum at flyta seg eitt sindur norðureftir næstu dagarnar.
Hátrýstøkið norðan fyri okkum er viknað eitt sindur, tí fara lágtrýstini norður um Føroyar næstu dagarnar. Skiftið ímillum høgættir og lágættir verður ikki næstu dagarnar, men ístaðin ættirnar ímillum útsynning og sunnan.
Eitt sindur eftir middag fer ættin úr landsynningi-suðuri og yvir ímóti útsynningi. Tað fer at gerast alsamt turrari – ælingar kunnu tó væntast líka til eina ferð í kvøld.
Hitin í dag fer at liggja ímillum 12 og 15 stig.




