Hátrýstveðrið liggur eftir øllum at døma í vikuskiftinum eisini. Nú hevur tað ligið um okkara leiðir í tríggjar vikur.
Í dag, í morgin og sunnudagin verður ættin eystan (í løtum høgur eystan ella landsynningur-eystan) – vindferðin fer at liggja ímillum 4 og 8 m/s; hitin fer at liggja um tey 10 stigini. Í støðum, har ættin er góð, fer hitin upp í 12-13 stig.
Loftið fer at vera eitt sindur skýggjað, men tað fer at gerast klárari út á dagarnar – sólglottar fara at vera ymsastaðni kring landið, meiri ella minni.
Einki brúgvalag er væntandi hetta vikuskiftið, tí verður turt. Okkurt lokaltbetingað æl kann tó koma fyri.
Gott vikuskifti




