Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Túrur til Fugloyar leygardagin 23. mai

Oliver Joensen

Norðoya Gongufelag fer leygardagin ein sera spennandi og hugnaligan til Fugloyar. Vit hittast í Hvannasundi og fara við Másanum kl. 8.45.

Eftir ætlan verður farið upp á land í Hattarvík, har vit steðga eina løtu og minna okkum aftur á ymiskt úr søgn og søgu. Síðani verður farið eftir vegnum niðan á Kross. Gingið verður haðani niðan á oynna og norður á Klubban, har vit njóta útsýnið niður í Norðberg og inn á oyggjarnar. Haðani verður farið oman í Vatnsdal, suður eftir Hamri og oman á vegin og so til Kirkju.
Komin til Kirkju verður borðreitt við eini 1. floks máltíð kl. 18.
Tey, sum ynskja tað, sleppa innaftur við Másanum, sum fer úr Hvannasundi kl. 18.30.
Tey, ið vilja gista, hava høvi til tess – havið soviposa við. Um kvøldið eftir kl. 20-21 verður farið norður á koyrivegin at hyggja eftir lunda.
Tá ið morgunmaturin er etin, ganga vit runt í bygdini, fara inn í kirkjuna á Kirkju og gamla handilin hjá Sørini og oman á ta gomlu lendingina.
Farið verður innaftur við Másanum, sum siglir kl. 14.45 úr Hvannasundi. (Møguleiki er eisini at fara fyrr innaftur, tí Másin siglir eisini kl. 8.45 úr Hvannasundi)
Havið góðan, stóran matpakka við til teir fyrstu 9 tímarnar