Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Túrurin hjá Livari Nysted um Atlantarhavið: Livar og teir leggja frá landi helst leygardagin

Norðlýsið ÍTROTTUR

Nýggjársdag frættu vit frá Livari Nysted, at ætlanin nú er at leggja frá landi við bátinum “La Mondiale” leygardagin 3. januar kl. 18:00, men tað er tó ikki endaliga avgjørt enn.

Sum flestum føroyingum nú man vera kunnugt, so er Livar Nysted úr Hvannasundi ein av teimum útvaldu monnunum hjá tí heimsgitna siglaranum, Leven Brown, sum skulu rógva um Atlantarhavið við bátinum “La Mondiale”.

Teinurin, sum róð verður um Atlantshav er frá Puerto Morgan á Gran Canaria og til Barbados á Vestindisku Oyggjunum. Ein teinur uppá 2600 fjórðingar.

Skiparin á túrinum, Leven Brown, hevur verið á fleiri longri túrum um hav, bæði við hesum bátinum og einsamallur í minni báti.

Upprunaliga ætlanin var og er at byrja túrin umleið 31. desember. Hetta veldst um veðrið.

Tað eru settir 2 mánaðir av til túrin, men ætlan teirra er at klára tað undir ein mánað og sostatt seta heimsmet.

Fyri fáum døgum síðan skrivaði Livar á heimasíðu sínari, www.trip.fo, at veðrið er gott og manningin hugnar sær. Men enn er vindurin ikki tann allarbesti, og tí var tá framvegis óvist, um ferðin varð útskotin nakrar dagar.

Eitt lágtrýst ella bæði tvey hava ligið yvir Grand Canaria í seinastuni, og man veit ikki um hetta kemur at raka á tann teinin sum róð verður hesar fyrstu daganir, og hetta er orsøkin til, at túrurin er útsettur 2-3 dagar, soleiðs at man kann sleppa undan lágtrýstinum.

Annars frætti Norðlýsið frá Livari nýggjársdag, at teir nú hava roynt bátin. Vóru ein túr nýggjársaftan og aftur nýggjársdag.

– Alt gekk væl – vit høvdu eisini bjargingarvenjing, upplýsir Livar Nysted.

Annars hevur Livar Nysted gjørt sær eina serliga heimasíðu í sambandi við hendan søguliga túrin, www.trip.fo, har hann fer at greiða frá túrinum, soleiðis at fólk kunnu fylgja við.

– – –

Á heimasíðuni greiðir Livar m.a. soleiðis frá túrinum:

Teinurin, sum róð verður um Atlantshav er frá Puerto Morgan á Gran Canaria og til Barbados á Vestindisku Oyggjunum. Ein teinur uppá 2600 fjórðingar. Um veðrið ikki er til vildar til tess, so verður møguliga farið í aðra havn tætt hjá.

Ætlanin er at byrja túrin 31. desember, hetta veldst um veðrið. Tá ið farið er avstað, verður ikki vent við aftur av tí at vit tá hava bæði steym og vónandi eisini vind ímóti.

Tað eru settir 2 mánaðir av til túrin, men vit ætla at klára tað undir ein mdr og sostatt seta heimsmet.

Fyri at fólk kunnu fáa eina fatan av, hvussu langur hesin túrurin er, so kann sigast at hann er 2600 fjórðingar, til sammetingar kann sigast at teinurin úr Føroyum og yvir á Kappan er bert 1000 fjórðingar. Teinurin sum Ove Joensen róði til Danmarkar í 1986 var 1700 fjórðingar.

Báturin “La Mondiale” er bygdur í 1991 og hevur verið brúktur til fleiri túrar um høv. Hann hevur sett fleiri heimsmet, bæði í longd á túrum og í ferð tvørtur um hav.

Báturin er 15,5 metrar langur og 2,8 metrar breiður. Hann vigar bert 639 kilo tómur og 3900 kg fullfermdur.

Umstøðurnar umborð eru ikki av teimum bestu. Tað verða 12 mans við bátinum, men tað eru bert 6 pláss at sova.

Hvør maður kann ikki hava meiri enn 15 kilo av viðføri við, tá eru koyggjuklæðir íroknað.

Skipari á túrinum verður Leven Brown, sum hevur verið á fleiri longri túrum um hav, bæði við hesum bátinum og einsamallur í minni báti.

Trygdin verður sett so nógv í hásæti, sum tað einaferð ber til á einum slíkum túri. Manningin ger trygdarvenjingar, áðrenn farið verður avstað. Báturin hevur “ARGOS Tracking System”, sum upplýsir position og kann senda neyðarkall, bæði yvir sattelit. Ein EPIRB´ur er eisini umborð. Av tí at langt er til lands er eisini rættiliga góð læknaútgerð umborð.