Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tutl gevur Altverkið út

Tutl

Altverkið er tónleikaverkætlan, ið Hans Jacob Kollslíð hevur samskipað. Hans Jacob Kollslíð hevur áður samstarvað við so navnframar føroyskar tónleikarar sum Kára Sverrisson, Hans Marius Weihe Ziska og Døgg Nónsgjógv.

Týsdagin 15. desember, kl. 16:30, gevur Tutl ep’ina Altverkið út. Altverkið er tónleikaverkætlan, ið Hans Jacob Kollslíð hevur samskipað. Hans Jacob Kollslíð hevur áður samstarvað við so navnframar føroyskar tónleikarar sum Kára Sverrisson, Hans Marius Weihe Ziska og Døgg Nónsgjógv.

Sjangruliga fevnir Altverkið breitt – frá melankolskum eksperimenterandi fólkatónleiki til bluesrokk og harðan rokk. Hans Jacob Kollslíð hevur skrivað allar sangirnar á útgávuni, og er hon ein leys konseptfløga, har reyði tráðurin er søgan og spurningarnir, ið verða reistir í tekstunum.

Tónleikararnir á útgávuni hjá Altverkinum eru Hans Jacob Kollslíð, Hans Marius Weihe Ziska, Heðin Ziska Davidsen, Høgni Lisberg, Jens L. Thomsen, Knút Háberg Eysturstein og Óli Olsen.

Í sambandi við at Altverkið verður givið út, verður Hans Jacob Kollslíð at hitta í Tutl búðini í Niels Finsens gøtu frá kl. 16:30, um nakar skuldi havt hug til at komið til ein lítlan kaffimunn og eitt prát um útgávuna.

Harleyfacadeacryl