Við samrøðum við bæði námsfrøðingar og námsfrøðiligar ráðgevar lýsir Jóhannes Miðskarð í tveimum greinum ávikavist, hvat námsfrøðingarnir fáa burtur úr ráðgevingini, og hvussu ráðgevararnir best gera sítt arbeiði.

Í tveimum dygdargóðum greinum, ið eru grundaðar á samrøður við námsfrøðingar og námsfrøðiligar ráðgevar, lýsir Jóhannes Miðskarð, ph.d og adjunktur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, hvussu tann góða námsfrøðiliga ráðgevingin best verður útint.
Onnur greinin hevur heitið”Tann væleydnaða námsfrøðiliga ráðgevingargongdin” og byggir á tríggjar samrøður, har námsfrøðingar hava greitt frá teirra royndum við at fáa námsfrøðiliga ráðgeving.
Hin greinin, ið ber heitið “Aðaltættirnir í námsfrøðiligum ráðgevingum”, byggir á samrøður við fýra ráðgevar, har teir hava greitt frá, hvat ráðgevararnir leggja seg eftir í einari ráðgeving.