Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tvær hálvfinalur um vikuskiftið

John William Joensen

Um vikuskiftið vera 2 hálvfinalur í Klaksvík. Hesar eru í steypakappingini hjá Dreingjunum og smádreingjunum.

Dreingirnir hjá møta NSÍ kl 14.00. NSÍ er mett sum sterkasta liðið í kappingini, og liggur sum er, ovast í Meistarabólkinum, nú innleiðandi umfar er farið afturum. Men KÍ-dreingirnir hava vant dugliga, og samanbori við kappingina fyri 2 árum síðani, tá ið hesir báðir árgangirnir leiktu saman, so gongur munandi betur í ár. Hóast KÍ’arnir hava tapt báðar dystirnar móti NSÍ í ár, so eru teir tó við gott mót.
Smádreingirnir taka kl 17.00 í móti HB. Seinast hesi bæði liðini møttust, endaði dysturin 1-0 til KÍ, so tað verður spennandi um teir fara at klára at vinna aftur hesaferð.