Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tvær milliónir til íløgur í Hvannasunds kommunu

Oliver Joensen

Bygdaráðið í Hvannasunds kommunu samtykti fíggjarætlan fyri 2015 í gjárkvøldið 1. des. Ætlanin er at gera íløgur fyri knappliga 2 mió. komandi ár. Íløgurnar fevna millum annað um vegagerð bæði í Hvannasundi og í Norðdepli eins og framhald av spillivatnsætlanini – umframt aðrar smærri íløgur. Íløgurnar verða fyri ein part fíggjaðar av tøkum peningi.

Kommunan væntar at fáa inn í kommunuskatti og afturbering vegna eldraøkið 13,7 mió.

Samtykt varð at lækka skattaprosentið til 20,25% og hækka barnafrádráttin til 6.500 kr