Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tvær plakatir av útdeyðum føroyskum djórum

Tíðindaskriv

Astrid Andreasen hevur teknað eina ørgrynnu av føroyskum fuglum, fiskum, blómum og tærum. Tey flestu av okkum kenna til plakatirnar hjá henni, ið eru nógv brúktar, eitt nú innan skúlabrúk, men eisini heima hjá fólki.

Nú hevur hon avmynda tvey útdeyð djór, sum fyri gott 100 árum síðani,  livdu her á landi. Talan er um Gorfuglin og Dímunarseyðin, sum nú kunnu keypast sum plakatir, sum Føroya Prent hevur prentað.

Í hesum tíðum verður dúgliga kjakast um friðing av fugli, men tað tykist ikki at nøkur semja er í ljósmála. Og tað er sera harmiligt, heldur Astrid Andreasen. Einaferð var tað ovmikið til av gorfugli, men fólk vistu sær ikki afturhald, og endin varð, at teir síðstu vóru tiknir á Eldey í Íslandi. Dímunarseyðurin var vorðin vargur, og teir síðstu vóru skotnir á sumri í 1860.

Á Tjóðsavninum standa tríggir útstappaðir dímunarseyðir, og ein eftirgjørdur gorfuglur.