Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tveir havnamenn sovið rúsin av á politistøðini í Klaksvík

John William Joensen

Vakthavandi hjá ”Politiinum í Føroyum” sigur í morgun at talan hevur verið um eitt friðarligt vikuskifti. Tó eru menn í tveimum førum koyrdir úr Havn til brumuna í Klaksvík at ”køla av” og sova rúsin út.

Hetta við at koyra fólk til Klaksvíkar at sita er baði tíðarkrevjandi og kostnaðarmikið.

– Í tveimum førum var harðskapur har vit høvdu brúk fyri at fáa fólk stongd inni fyri at ”køla niður” og tá er eingin annar møguleiki hjá politiinum uttan at koyra viðkomandi til Klaksvíkar.

– Tá vit senda fólk norður á henda hátt bindur tað altíð tveir politistar at taka sær av transportini og so verður fólk tilkallað í Klaksvík at taka sær av fangunum.

– Teir verða so leyslætnir í Klaksvík men fáa eina bussbilett frá politinum og mugu so sjálvir finna heim.

Annars visti vakthavandi um einans eitt annað mál í vikuskiftinum har ein maður í Suðuroynni fekk ein maður var sligin og í tí sambandi misti eina tonn.