Vitjan av tveimum íslendskum sangarum, Davíð Ólafsson og Stefán Helgi Stefánnsson, í sambandi við Mentanarnáttina 12. juni 2015.
Fríggjadagin 12. juni
Kl. 22.00 Syngja undir Tinghúsinum
Kl. 23.30 Syngja á Hvonn
Leygardagin 13. juni
Kl. 13.30 Syngja við standmyndina Nólsoyar Páll í Vágsbotni
Kl. 14.30 Syngja í SMS
—
Davíð og Stefán hava arbeitt saman í nógv ár og hava vaksið bæði sum listafólk og undirhaldarar. Teirra styrki er góður sangur og sera gott samstarv og úrslitið sæst væl tá ið teir framføra.
Teir syngja kendar sangir, solo og duett.
Davíð Ólafsson, bassur, útskrivaðist frá sangskúlanum í Reykjavík og helt fram at útbúgva seg innan sang í Vin í Eysturríki. Hann hevur arbeitt uttanlands í nógv ár, í Eysturríki, Skandinaviu, Týsklandi og Usa. Hann býr og arbeiðir nú í Íslandi.
Stefán Helgi Stefánsson, tenor, útskrivaðist frá sangskúlanum í Reykjavík og helt fram við síni útbúgving í Milano. Síðan tá hevur hann fyri tað mesta arbeitt í Svøríki, Týsklandi og Íslandi.
—
Fríggjadagin 12. juni, seinnapartin
Faxaflóahafnir og aðalkonsulát Íslands bjóða brellbitar við sild, makrel og turrum fiski við Fútastovu á Kongabrúnni, Gongin 5.
Øll eru vælkomin!
Vitjanin av íslendsku sangarunum á Mentanarnáttini, 12. juni 2015, er í boði Faxaflóahavna.
Sí faldara sum pdf niðanfyri:




