NSÍ leikari vrakaður ístaðin fyri KÍ leikara.
Landsliðshópurin til dystirnar móti Lettlandi og Portugal er úttikin. Rás 2 sendi frá tíðindafundinum í morgun, har Lars Olsen setti navn á hópin. Teir 23 leikararnir í hópinum vóru teir somu sum upprunaliga vóru úttiknir til dystin móti Ungarn við einum undantaki.
Teir 23, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesir:
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Kristian Joensen, KÍ Klaksvík
Jónas Tór Næs, B36 Tórshavn
Atli Gregersen, Víkingur
Rógvi Baldvinsson, FK Vidar (NOR)
Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Sonni Ragnar Nattestad, Fylkir (ICE)
Gilli Rólantsson, Brann (NOR)
Bárður J. Hansen, Fremad Amager (DEN)
Kaj Leo í Bartalsstovu, FH Hafnarfjørður (ICE)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Brandur H. Olsen, Randers FC (DEN)
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DEN)
Rene Shaki Joensen, Vendsyssel FF (DEN)
Árni Frederiksberg, NSÍ Runavík
Róaldur Jakobsen, B36 Tórshavn
Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn
Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík
Jóan Símun Edmundsson, OB Odense (DEN)
Páll A. Klettskarð, KÍ Klaksvík
Fyri fyrstu ferð í longri tíð er Pól Jóhannus Justinussen ikki úttikin. Einasta broyting í mun til upprunaliga hópin seinast er, at Páll A. Klettskarð er komin við fyri Pól Jóhannus Justinussen.
Føroyar spæla móti Lettlandi á útivølli 7. oktober og á heimavølli móti Portugal 10. oktober. Báðir dystirnir byrja kl. 19.45 føroyska tíð.




