Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tveir KÍ-synir koma heim: Todi og Atli koma heim til Klaksvíkar fríggjadagin

John William Joensen

Føroya besti leikari nakrantíð, Todi Jónsson, og kanska besti føroyski miðvallarin í løtuni, Atli Danielsen, koma báðir heim til Klaksvíkar fríggjadagin og verða sostatt partur av KÍ-hópinum ímóti B68 sunnudagin.

Tað verður eyka spenningur á Injector Arena við Djúpumýru sunnudagin klokkan 15, tá ið KÍ og B68 bresta saman.

Fyri tað fyrsta hevur tann í stóran mun ungi KÍ-hópurin endiliga fingið savnað sær nøkur stig í teimum seinastu umførunum áðrenn steðgin.

Fyri tað næsta er hetta fyrsti dystur eftir summarsteðgin, so hetta er ein nýggj byrjan, sum kann verða torfør at gita um frammanundan – ikki minst tú mótstøðuliðið hesaferð verður eingin minni enn B68, sum í seinastuni ivaleyst hevur verið tað best leikandi liðið í Vodafonedeildini.

Men størsta orsøkin til eyka spenningin er tann triðja, sum vit her nevna, og hon snýr seg um Toda Jónsson og Atla Danielsen, sum báðir hava víst í verki, at teir framvegis hava eitt stórt hjarta fyri heimstaðarfelag teirra, KÍ.

Djørv og vágin
avgerð av Toda

Hetta er nevniliga fyrsti veruligi kappingardystur í nógv, nógv ár, sum fótbóltslegendan av teimum øllum – Todi Jónsson – spælir fyri barndómsfelag sítt, KÍ.

Nógv verður spekulerað í hesum døgum um hesa djarvu avgerðina, sum Todi hevur tikið. Vit skulu minnast til, at hann nú er blivin 37 ár og hevur heldur ikki verið virkin spælari í seinastuni.

Tí er tað alla æru vert, at Todi vil royna at hjálpa KÍ. Hann kundi havt hundrað orsøkir til at latið vera.

Tann stóri spurningurin er, hvussu hann fer at klára seg ímóti liðnum, sum í løtuni telist millum tey allar bestu í Vodafonedeildini.

Fólk kunnu ivast, men rætt at kritisera hava vit ikki, tí tað er Todi, og bara Todi, sum risikerar nakað við hesi royndini, sum 37 ára gamal at geva KÍ tað, sum hann kann á vøllinum.

Sjálvur hevur Todi sagt við útvarpið, at hann ikki risikerar nakað við hesum – og tað er sjálvandi alt eftir, hvussu ein sær upp á tað – men tað kann ikki vera nakar ivi um, at hetta val hansara, um at hjálpa KÍ, er tikin við hjartanum meir enn nakað annað. Og tað fløvar øll KÍ-hjørtu – eingin ivi um tað.

Ivaleyst eru fleiri ivandi millum blá-hvítu áskoðararnar, men eingin ivi man vera um, at nógv fara at krossa fingrarnar fyri Toda og KÍ seinnapartin sunnudagin.

Hvussu tað fer at ganga, fáa vit svar uppá sunnudagin klokkan 15.

Atli vísir satt
hjarta fyri KÍ

Saman við Toda kemur ein onnur, nakað yngri, men eisini ógvuliga stór legenda – Atli Danielsen.

Fyri Atla er støðan fótbóltsliga væl øðrvísi enn hjá Toda, tí Atli er framvegis á fótbóltstindinum.

Tíbetur fyri KÍ steðgaði felagið hjá Atla í Danmark, Frem, upp av fíggjarligum ávum, tí harvið varð tað munandi betur møguligt hjá Atla at koma heim at stuðla sínum hart kroysta heimstaðarfelag, KÍ.

Tí er tað, sum útgangsstøði, væl størri møguleikar hjá Atla enn hjá Toda at gerast ein succés hesar dystirnar restina av inniverandi kappingarári.

Men Atli risikerar eisini nógv og vísir eitt satt KÍ-hjarta við hesi avgerðini, tí eingin veit enn, um hetta, sum nú er gjørt, verður nóg mikið fyri at yvirliva í Vodafonedeildini.

Sama hvussu væl tað gekst teir seinastu dystirnar áðrenn steðgin, so er tað framvegis so púra vist, at KÍ tørvaði styrk, tí sum Atli sjálvur sigur við ki.fo, so er støðan framvegis sera álvarsom.