Tveir klaksvíkingar á sílaveiðu í Suðuroy – at ferðast í egnum landi
Skriva hevur:
Oliver Joensen
Mánadagin seinnapartin fóru eg og Hans Hjalti Skaale við bili til Havnar, málið var at náa Smyril til Suðuroyar á túrinum klokkan fýra. Vit vóru væl útgjørdir við tráðum, pilkum, flugum og angi, tí vit ætlaðu okkum at “ferðast í egnum landi” og í tí sambandi gera ein sílafiskitúr til Suðuroyar. Frá góðum fólki høvdu vit lænt okkum eini hús í Hvalba. Túrurin suður bleiv ein av teim heilt fínu við besta summarveðri. Komnir til Hvalbiar, gjørdu vit skjótt av. Funnu út av hvar vit skuldu sova og so var farið á vatnið við Fiskieiðið í Hvalba. Her vísti tað seg at vera ørgrynna av sílum, men fyri tað mesta vóru tey smá og hóast tey tóku í okkum, so var heldur sjálvdan at fast var. Tá ligið var nakað út á kvøldið, funnu vit upp á at fara á ósan í millum Nes og Hvalba, sum vit høvdu fingið eygað á tá vit koyrdu hendavegin. Tað bleiv eitt ótrúliga vakurt kvøld. Sjósílini vóru nógv at síggja og klokkan mundi stunda nógv til trý, áðrenn vit valdu at fara til hús og í song. Tá høvdu vit fingið fýra sjósíl. Týsdagin valdu vit at fara til Vágs. Á vegnum kastaðu við við Øravík, men tað gav ikki tað stóra. Vit høvdu hoyrt nógv um Ryskisvatn og tað var har vit høvdu sett okkum mál. Tá vit komu har, hetta er omanfyri Botn, har Sev hevur eitt elverk, komu vit fram á eina rætt, har menn júst høvdu verið á fjalli í klipping. Har fingu vit eitt hugaligt prát, og sóu at bæði ung og eldri luttóku í seyðarøktini. Veðrið var av tí allar fagrasta, og sum sæst á myndunum niðanfyri, so vóru eisini smádreingir hildnir til at klippa. Fyrr bleiv knívur nógv brúktur at skera ullina av seyðinum við, men nú er tað fyri tað mesta ullasaksur, ið verður brúktur. Ein “gapistokk” høvdu teir eisini til seyðin her, soleiðis at hann kundi blíva kliptur ímeðan hann stóð uppi. Fyrr var ikki óvanligt at seyðurin bleiv kliptur, ella ullin skorin av við knívi ímeðan seyðurin var niðurbundin. Ná, vit skuldu víðari. Hans Hjalti skoðar nýggju tráðu sína, á tí eini myndini, beint áðrenn vit leggja á brekkuna niðan. Ikki var langt at ganga. Men vatnið var ikki so lítið og eg gekk runt altvatnið, og kastaði allastaðni, men so eigasørt at nakað tók í meg. Vit komu faktiskt báðir aftur av Ryskisvatni uttan at hava dripið livandi. Men, men – umhvørvið, her var sera vakurt. Nakað omanfyri er eitt annað vatn og eisini longur uppi eitt triðja, men vit valdu ikki at fara longur niðan. Í staðin valdu vit at fara at royna ósan við Stórá í Trongisvági. Har hittu vit ein kenning, sum helst nógvir føroyingar kenna, nevniliga Trónd Nolsøe, ið er kendur sum fótbóltsleikari og savnari. Tróndur stríðist eisini við parkinsonsjúkuna, men sjúkan fær ikki brotið áræði og hugalagið hjá Trónda niður. Vit høvdu tað frægd, at kunna fiska saman við honum í ósanum her, og eg var so heppin at fáa eitt gott sjósíl her. Eftir Stórá keyptu vit okkum burgarar á Effostøðini á Tvøroyri. Nú var klokkan vorðin so nógv, at vit valdu at fara aftur í ósan ímillum Nes og Hvalba og her blivu vit til klokkan var farin um eitt um náttina. Tá vóru vit moyrir og tørnaðu inn. Morgunin eftir var at fara upp klokkan átta, rigga okkum til at fara til hús, og rudda húsið av eftir okkum, tí Smyril sigldi klokkan 11.
Ein ótrúliga fínur, men strævin sílaveiðutúrur, sum vit báðir fara at liva leingið uppá.