Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tveir lærlingar søkjast til grannskoðanarvirki

Hannefíða Joensen

• Hevurtúáhugafyrifíggjar-ogsamfelagsviðurskiftum?

Hevurtúáhugafyrivinnulíviogvinnuligumviðurskiftum? Vilttúvita,hvussutinginihangasaman?

So er ein útbúgving sum grannskoðari viðkomandi fyri teg!

Hjá NUMO fært tú eina holla verkliga og ástøðiliga útbúgving.
Her starvast fólk við hægstu ástøðiligu útbúgvingum og drúgvum arbeiðsroyndum.

NUMO veitir grannskoðanar-, ráðgevingar-, roknskapar- og bókhaldstænastur v.m. til feløg, persónar, einstaklingavirkir og onnur.

NUMO er eitt virki við framgongd, og hava vit tí tørv á nýggjum starvsfólkum. Vit sóknast eftir evnaríkum persónum, sum hava lætt við at samstarva við onnur.

Málið hjá NUMO er at vera í fremstu røð, tá talan er um trygga og dygga grannskoðan og ráðgeving. NUMO leggur seg eftir at vera mannað við starvsfólki, ið hava hægstu ástøðiligu útbúgvingina og røttu førleikarnar.

NUMO hevur kjarnuvirðini trygd og dygd, og verður arbeiðið útinnt við tí neyvleika og skjótleika, sum arbeiðið krevur. NUMO vil vera kent fyri at gera tað rætta.

Starvsfólk hjá NUMO skulu vera ábyrgdarfull og álítandi. Teoretisk útbúgving og starvsvenjing krevur, at tú sjálv/sjálvur tekur eitt stórt tak.

Hevur tú viljan og evnini til at gjøgnumføra eina útbúgving hjá okkum, gevur tað nógvar møguleikar í framtíðini.

Vit vænta, at tú hevur tikið students, HF ella HH prógv nýliga, og at tú ert áhugað/áhugaður í eini búskaparligari útbúgving.

Vit bjóða tær eitt spennandi lærupláss, har tú í fyrstu atløgu kanst lesa HD, samstundis sum tú vinnur pening. Aftaná HD kanst tú lesa cand. merc. aud. sum sjálvlesandi, samstundis sum tú arbeiðir hjá NUMO. Eftir cand. merc. aud. er møguleiki at gerast løggildur grannskoðari.

NUMO hevur skrivstovur í Klaksvík, Tórshavn og Vági, og kemur lærutíðin at verða á hesum skrivstovum, har annar lærlingurin verður knýttur at skrivstovunum í Klaksvík og Tórshavn, og hin í Vági og Tórshavn.

Størvini skulu setast 1. september 2013. Setanartilgongdin byrjar hálvan august.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Bjarna Arnason tlf. 56 65 65 ella Símun Absalonsen tlf. 21 97 41. Fleiri upplýsingar eru eisini á okkara heimasíðu: www.numo.fo.

Skrivlig umsókn við prógvum og øðrum upplýsingum skal sendast til numo@numo.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 31. juli 2013.

Harleywoodpaint