Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tveir listar til kirkjuráðsvalið

Oliver Joensen

Kirkjuráðsval verður í Klaksvíkar Kirkjusókn týsdagin 8. november og valstýrið kunngerð í kvøld at tveir listar eru innkomnir.

Á lista 1 eru valevnini: Jákup Anthoniussen, Jørgin Ellingsgaard, Heini Ziska Dahl, Ansy Heinesen, Elsuba á Høvdanum, Hanna Jacobsen, Omi Joensen, Terje Kjærbo, Ísak Mikladal, Ruth Mikkelsen, Ása Niclasen og Simona Purkhús.
Á lista 2 eru valevnini: Mary Maria Súsanna Højgaard, Marni Isaksen, Poul Johannes Kristofferson Joensen, Ole Hans Johannesen, Ólavur F. Johannessen, Tummas Lervig, Ólavur í Mittúni, Kristoffur S. Olsen, Jákup Erlingsson Petersen, Anja Sólheyg Samuelsen, Herdis Sigurðsson og Olevina Frígerð Sundskarð.
Listarnir verða kunngjørdir í Norðlýsinum fríggjadagin.