Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tveir lokalir leingja við KÍ

Jákup Ósá

Teir skjóta við vinstra beini og hava bara umboðað KÍ. Í vikuni longdu tveir av lokalu KÍ leikarunum sáttmálan við felagið.

Felags fyri báðar er, at teir hóast sín unga aldur í fleiri ár hava verið partur av hópinum hjá besta liðnum. Eisini hava teir spælt á U-landsliðum. Talan er um 21 ára gamla Ísak Simonsen og 20 ára gamla Tórur Justesen. Ísak hevur tilsamans spælt 79 dystir í bestu deildini. Í ár hevur Ísak spælt 14 dystir frá byrjan. Tórur hevur tilsamans spælt 37 dystir í bestu deildini. Hetta kappingarárið hevur hann spælt tríggjar ferðir frá byrjan. Tórður var partur av U21 landsliðshópinum, sum fyri nøkrum vikum síðani spældi móti Finnlandi.

Ísak hevur gjørt sáttmála fyri kappingarárið 2016, meðan Tórur hevur gjørt sáttmála fyri kappingarárini 2016 og 2017.