Tað var nærmast søgulig hending, tá tveir motorbátar vóru á lítlu beding í senn mikudagin.
Norðan og Heimdal lógu á bedingini mikudagin samstundis. Hetta er sjáldsom sjón og á bedingini væntu teir neyvan, at hetta fór at henda aftur í bræði. Báðir eru bygdir av Lias í Rættará í 1919.
Sum skilst verða teir upp frískaðir til Regatta siglingina seinni í summar.
Myndirnar tók Oliver Joensen mikudagin.




