Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tveir nýggir miðvallaleikarar til NSÍ

Jákup Ósá

NSÍ styrkir seg við tveimum miðvallarleikarum.

Fyrr í vikuni steðgaði Høgni Madsen við at spæla við B36. Men tað gekk skjótt at finna nýtt felag, tí nú hevur hann skrivað undir sáttmála við NSÍ.

Nsi.fo skrivar: – Hann er ein hart arbeiðandi leikari, ið við sínum drúgvu royndum gevur okkum nakrar aðrar styrkir á liðið, sigur Anders Gerber, venjari hjá NSÍ. Hann passar væl inn í verandi hóp, og kann geva okkum nakað, ið vit mangla. Hann tosar væl, stríðist nógv, og er uppá nógvar mátar ein harður leikari. Hansara royndir koma okkara annars unga hópi sera væl við. Vit eru sera glað fyri, at Høgni hevur valt at spæla fyri okkum, sigur Gerber at enda um Høgna.

Hin leikaran kenna vit eisini væl, tí hetta er okkara egni Betuel Hansen. Betuel fekk sína debut í Effodeildini fyri NSÍ sum bert 16 ára gamal. Evnini hava altíð verið góð, og seinnu árini hevur Betuel havt sáttmála við Silkeborg, har venjarin hjá okkum jú eisini kom frá. Anders Gerber kennir tí væl til Betuel frá teirra tíð saman har.

– Betuel er ein leikari, ið hevur stórar málsetningar, og sum vil nakað meira við fótbóltinum. Hann arbeiðir tí altíð nógv og hart við at menna seg sjálvan sum leikara, sum eisini ger hann til eitt perfekt match við tað, ið vit royna at skapa her í NSÍ. Hann er góður all-round, og ein dynamiskur leikari, ið er góður á bóltinum og avsluttar væl. Hann hevur nakrar kvalitetir, ið verða sera góðir afturat tí, ið vit longu hava í hópinum.

Gerber endurtekur, at hann er sera væl nøgdur við at báðir leikarnir valdu at koma at spæla við NSÍ. 

Harleyfacadeacryl