Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tveir tómir stólar gera ongan mun

(Hannefía Joensen)

Tað hevur týdning, at tú tann 13. november velur ein flokk, ið vil arbeiða í Fólkatinginum, og sum dagliga og áhaldandi vil styrkja støðu Føroya á altjóða leikpallinum.

Føroyar hava altíð havt eina serstøðu í ríkinum og í Evropa. Sum umboð fyri Javnaðarflokkin í Fólkatinginum fari eg at styrkja og menna hesa serstøðu Føroya – Føroya fólki at gagni. Málið er at Føroyar kunnu samstarva á jøvnum føti við øll heimsins lond. Men tað kemur ikki av sær sjálvum, einki kemur av sær sjálvum. Tað tekur tíð og politisk hegni.

Bæði fólkafloksmaðurin og tjóðveldismaðurin á Fólkatingi hava hesi seinastu árini verið bæði løgtingsmenn og fólkatingsmenn. Eingin kann røkja tveir tingmannasessir í senn í hvør sínum landi.

Tann føroyski fólkatinglimurin fær góða løn og góðar umstøður – tað forpliktar! Hvat høvdu føroyingar sagt, um vit rindaðu fulla løn og eftirløn til tveir danir í Løgtinginum, og teir ongantíð vóru at hitta. Bert tveir tómir stólar. Tveir tómir stólar gera ongan mun.

Tað hevur týdning, at tú velur ein flokk, sum vil taka fólkatingsarbeiðið í álvara, og at tú velur eitt fólk, ið vil arbeiða í Fólkatinginum burturav.

At røkja fólkatingssessin er eitt fulltíðarstarv.

Helena Dam á Neystabø

Harleyfacadeacryl