Umframt at Jákup Mikkelsen, Bjarni Jørgensen og Milic Curcic eru komnir, arbeiðir KÍ í løtuni við at styrkja um hópin við tveimum útlendskum leikarum.
Tað er longu staðfest, at KÍ hevur mist onkrar av sínum leikarum, sum vóru við í Formulahópinum í fjør. Onkrar av hesum hevur felagið óivað mist, meðan teir uttan iva eisini hava latið onkrar farið, tí felagið kanska ikki er so áhugað at halda fram við teimum. Her má havast í huga, at felagið eisini krevur at geva pláss fyri nøkrum av sínum ungu spælarum, um hesir skulu mennast og felagið skal koma víðari næstu árini.
Hinvegin hevur KÍ eisini styrkt okkum við trimum spælarum, sum uttan iva eru ein styrkur fyri felagið. Talan er um teir tríggjr omanfyrinevndu: Jákup Mikkelsen málverji, Bjarni Jørgensen, miðvallari og Milic Curcic, verjuleikari.
Og nú frættist, at felagið harafturat arbeiðir ítøkiliga við at fáa minst tveir spælarar afturat til liðið. Her verður hugsað um útlendskar leikarar.
Frá KÍ-leguni frættist eisini, at onkrir leikarar hava verið ivasamir, men teir eru klárir.
Við hesum broytingum hevur KÍ í løtuni ein hóp upp á 18 upp í 20 spælarar, og við tveimum útlendingum afturat fer talið upp á 20 mans í hópinum ella kanska gott tað.
Óivað eru aðrir Formulahópar, sum á pappírinum eru sterkari enn tann hjá KÍ, men har eru tó fleiri sera evnaríkir leikarar, bæði millum teir verandi og millum teir nýggju. Somuleiðis fer tað uttan iva at hava stóra ávirkan á styrkina hjá KÍ í ár, hvussu tær útlendsku leikararnir fara at roynast.
Hvussu verður og ikki, so er bólturin framvegis rundur, og í KÍ fer hann so á rull nú aftur tann 9. januar, tá tann fyrsta venjingin verður.
Venjaraparið, Eyðun Klakstein og Trygvi Mortensen, tóku við ábyrgdini av Formulaliðnum miðskeiðis í kappingini, men nú fáa teir so høvi at royna seg í einum kappingarári frá byrjan.




