Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tvey ára gamal fløskupostur

(Hannefía Joensen)

Norðoya Sparikassi hevur fingið sendandi ein fløskupost úr Noregi, sum var tveittur á sjógv í Kalsoyarfirði 17. august 2007.

Sparikassin fekk brævið sendandi frá Simon Skarshaug Reitan, 7268 Titran, Í Noregi. Simon sigur, at fløskuposturin er funnin á 63gra53,00 N og 8 gr. 33.020 E, ella á oynni Bogøyvær í Noregi. Víðari skrivar Simon Skarshaug at fløskuposturin hevur ferðast 423 sjómíl í beinari linju, og er funnin 24.10.09.

Bert spell at hann ella hon, ið hevur tveitt fløskupostin á Sjómannadegnum 2007 ikki hevur skrivað sítt navn á lepan í fløskuni.

Annars er at siga um fløskupostarnar, at tað hevur víst seg sum um teir fyrst eru farnir ímóti Íslandi og síðani í stóran boga norðureftir og eru endaðir heilt frá Norður Noregi og suður við Norsku strondini. So helst hevur hesin ferðast nógv longri enn teir 423 fjórðingarnar, sum er bein linja higani og til Bogøyvær.