Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tvey av Kamarinum spæla á Summar Festivalinum

John William Joensen

Undangongufólkini í føroyskum tónleiki fara at spæla á Summar Festivalinum 50 ár eftir, at tey byrjaðu at spæla alment.

Tey av Kamarinum eru ein søga fyri seg í føroyskum tónleiki.
Millum bólkarnar, sum fara at spæla á Summar Festivalinum í august mánað, verða Tvey av Kamarinum, sum mugu metast sum verulig undangongufólk í føroyskum tónleiki.
Í ár eru tað 50 ár liðin, síðani Tey av Kamarinum byrjaðu at spæla alment, og síðani hava tey verið ein týðandi partur av føroyskum tónleikalívi. Og tey spæla framvegis. Nú kalla Nicolina Jacobsen og Eyðbjørn Jakobsen seg fyri Tvey av Kamarinum, og tey hava júst verið í studio og spælt tónleikin inn til eina nýggja fløgu, sum kemur út í næstum.
Nicolina Jacobsen hevur í eitt mannaminni skrivað sangir, sum føroyingar veruliga hava tikið til sín. Hvør kennir ikki sangir sum Kvøldarsólin, Tá kvøldið kemur, Eg hugsi um teg, Trygdareiðin og Í dreymalandi.
Um stutta tíð koma Tvey av Kamarinum við einari nýggjari fløgu, og á hesari fløgu, sum hevur fingið heitið Dámliga Gøtan, verða 13 sangir.
Summir av hesum sangum og aðrir eldri sangir verða at hoyra, tá ið Tvey av Kamarinum fara at spæla á Summar Festivalinum fyrsta vikuskiftið í august.