Jesper Brinck skoraði møguliga ikki sítt fyrsta skrásetta mál fyri KÍ.
Dómaraseðilin fyri dagsins dyst sigur, at bæði 1-0 og 3-0 málini hjá KÍ eru skrásett sum sjálvmál. Men dómaraseðilin sigur eisini, at Jonn Johannessen skoraði 2-0 málið, sum Páll A. Klettskarð skoraði. Upptøkurnar vísa, at 1-0 málið helst var sjálvmál og at Jonn Johannessen tí ‘’bara’’ skeyt eitt mál. Men skotið hjá Jesper Brinck í 3-0 málinum sær út til at hava kós móti málinum, og tí er løgið, at tað ikki er skrásett til Jesper Brinck. KÍ-leikararnir og frásøgufólkini vóru ikki í iva undir dystinum, at Jesper átti málið. Men tað var dómarin ikki samdur í og kanska hevur dómari ella hjálpardómari havt ein vinkul sum sigur, at bólturin ikki hevði kós móti málinum.
Í føroyskum fótbólti hevur tað síðstu árini verið alt ov ógreitt við skrásetingini av, nær tað er sjálvmál og ikki. Best hevði verið at gjørt sum í nógvum kappingum uttanlands. At hevur bólturin kós móti málinum, so eigur leikarin hjá álopsliðnum málið, meðan tað er sjálvmál, tá verjuleikarin fær bóltin at broyta kós til at fara í málið. Eru ivamál, so fellir tað altíð til leikarin hjá liðnum, sum er í álopi.
Verður dómaraseðiin ikki broyttur/rættaður, so bíðar Jesper Brinck framvegis eftir fyrsta málinum í KÍ. Men


