Í samband við at KÍ kvinnurnar hava sett heimsmet er ein heilt serlig útgáva av Norðlýsinum borið í hvørt hús í Norðoyggjum umframt haldarum í morgun. Norðlýsið sum komandi ár kann hátíðarhalda 100 ára dagin fyri fyrstu útgávuna kemur sum vanligt út longu fríggjadagin til haldarar og leysa sølur. Í blaðnum fríggjadagin viðgera vit nógv umrødda málið um fiskiskapin á Flemich Kap har Norðlýsið hevur roynt at lýst støðuna eftir at landsstýrið gav loyvið til olympiskt fiskarríð og harafturat loyvdi skipum at fiska sum als ikki vóru egnað til hendan fiskiskapin. Í blaðnum verða nýggir upplýsingar sum Føroyska Fiskiveiðueftirlitið og Fiskimálaráðið ikki vildu at Norðlýsið skuldi fáa hendur á.
Í samband við at KÍ kvinnurnar hava sett heimsmet er ein heilt serlig útgáva av Norðlýsinum borið í hvørt hús í Norðoyggjum umframt haldarum í morgun. Norðlýsið sum komandi ár kann hátíðarhalda 100 ára dagin fyri fyrstu útgávuna kemur sum vanligt út longu fríggjadagin til haldarar og leysa sølur.
Tey ið ynskja at fáa lýsingar og tilfar annars í fríggjadagsblaðið mugu venda sær til okkum áðrenn kl. 14 í dag. Ein serlig tøkk til lýsarar fyri at hava gjørt tað møguligt at framleiða eitt serligt KÍ-kvinnublað.
Í blaðnum fríggjadagin viðgera vit nógv umrødda málið um fiskiskapin á Flemich Kap har Norðlýsið hevur roynt at lýst støðuna eftir at landsstýrið gav loyvið til olympiskt fiskarríð og harafturat loyvdi skipum at fiska sum als ikki vóru egnað til hendan fiskiskapin.
Í blaðnum nú fríggjadagin verða nýggir upplýsingar sum Føroyska Fiskiveiðueftirlitið og Fiskimálaráðið ikki vildu at Norðlýsið skuldi fáa hendur á.
Norðlýsið – lokal tíðindi í 100 ár – Telefon 456285




