Munnligur fyrispurningur frá Annitu á Fríðriksmørk til løgmann til komandi tingfund.
Tá ið løgmaður í Sosialinum verður spurdur, hvat hann fer at brúka hetta síðsta árið til, verður hann endurgivin fyri at siga, at samgongan og landsstýrismenninir eru í tí hepnu og óvanligu støðu, at hava ein góðan meiriluta, umframt at fíggjarliga støðan í landinum er betri enn væntað, tá ið samgonguskjalið varð undirskrivað.
-tí hava okur í landsstýrinum gjørt av, at hvør landsstýrismaður kann koma við einum ella tveimum eyka uppskotum,… sigur løgmaður. Hann vísir eisini á, at uppskotini fara at koma borgarunum til góðar, soleiðis at talan verður um beinleiðis tilboð ella betran av tænastuni.
Og hann sigur víðari: – hetta verður ikki gjørt tí at valið nærkast. Men nú hava vit møguleika at nýta hugflogið og harvið koma við góðum politiskum hugskotum. Og tíðin er um at renna út. Sigur løgmaður við Sosialinum og var endurgivin nakrar ferðir í Útvarpi Føroya.
Og so verður hann enntá endurgivin fyri at siga, at hann ikki vil avdúka nakað um, hvat vit kunnu vænta okkum.
Hetta ljóðar sum um løgmaður er komin í neyð av manglandi politiskum avrikum, og at samgongan hevur droppað alt sum eitur búskaparligt vit og skil. Nú fáa landsstýrismenninir serverðan ein landskassa, sum sambært fíggjarmálaráðharranum flýtur í pengum. Hendan landskassa kunnu teir so nýta til at rinda eini tvey lógaruppskot við. Ongin ætlan ella krøv um, at hesi uppskot skulu minka um gjónna millum samfelagsbólkarnar, ella at hesi uppskot skulu menna føroyska vinnulívið, ella heilsuverkið ella aðrar vælferðarskipanir.
Einasta treyt sum løgmaður hevur sett sambært blaðnum og útvarpið Føroya, er, at hesi uppskot skulu koma borgarunum til góðar. Ein treyt, sum øll kunna verða samd um frá ultra høgra til longst til vinstru Ein setningur, sum týpiskt er felagsnevnari har sjónarmiðini eru rættiliga ymisk, men sum sigur akkurát onki.
Men úttalilsinum kunnu fáa álvarsligar avleiðingar, um ikki løgmaður megnar at stýra samgonguni og fíggjarmálaráðharrin megna at sita tyngri á kassanum jú meir rennur í hann.
Tí soljóðandi fyrispurningar
1.
2.
i.
3.
4.




