Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tvey reyð kort til NSÍ eftir dystin

Jákup Ósá

NSÍ-arnir vóru sera misnøgdir eftir dagsins dyst í Klaksvík.

KÍ vann 3-2 móti NSÍ í einum undirhaldandi dysti, har bæði liðini løgdu nógv fyri at vinna dystin. Eftir dystin var stór ónøgd í NSÍ og sambært dómaraseðlanum fingu bæði Petur Knudsen og ein av hjálparvenjarunum, Trygvi Mortensen, reytt kort eftir dystin frá dómaranum, Kára á Høvdanum.

 

Norðlýsið hevur fingið upplýst, at orsøkin var, at teir vístu so stóra misnøgd í orðum um dømingina, at tað bleiv mett til reytt kort.