Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tvey stjørnuskot við KÍ inn í framtíðina

Jákup Ósá

KÍ hevur gjørt 2-ára sáttmálar við tveir av mest spennandi leikarunum í føroyskum fótbólti í løtuni.

KÍ hevur gjørt 2-ára sáttmálar við tveir av mest spennandi leikarunum í føroyskum fótbólti í løtuni. Tveir leikarar, sum í ár fyri fyrstu ferð hava spælt frá byrjan á besta liðnum hjá KÍ og sum veruliga hava tikið av, tá teir hava fingið møguleikan.

Annar er 19 ára gamli Jóannes Bjartalíð, sum í ár av álvara hevur sligið til í føroyskum fótbólti og sum helst er millum favorittarnar at fara avstað við heiðrinum sum ársins ungi leikari í føroyskum fótbólti í ár. Jóannes er tann leikarin hjá KÍ, sum hevur lagt upp til flest mál (9) og hann hevur eisini skorað 5 mál. Sum oftast hevur Jóannes spælt á miðvøllinum, men seinastu tíðina hevur hann eisini roynt seg í álopinum, har skaðar hava gjørt um seg hjá hinum álopsleikarunum. Jóannes er partur av U21 landsliðnum, har hann byrjaði inni seinasta dyst.

Hin sáttmálin er gjørdur við 17 ára gamla Jákup B. Andreasen. Jákup hevur í ár fingið meir og meir spælitíð, og seinastu umførini hevur hann vunnið sær fast pláss á miðvøllinum hjá KÍ. Mest minniliga hendingin hjá Jákup í ár er helst í fyrsta dystinum, sum hann byrjaði inni, har hann skoraði við dreyma langskoti móti FC Suðuroy. Harafturat vísti hann stórspæl í søguliga sigrinum á Summar Festivalinum móti HB. Jákup er partur av U19 landsliðnum.

Sostatt hevur KÍ tryggjað sær teir báðar yngstu leikararnar í uppstillingini seinastu dystirnar fyri kappingarárini 2016 og 2017.