Tvífalt so nógv mál móti Kjøli sum móti Háfjalli
Skalt tú uppliva mál við Djúpumýru tætt uppat, so skalt tú standa móti Barnagarðinum heldur enn móti Bøgøtu.
Hagtølini tala greitt. Tað er í málinum móti Kjøli (ella barnagarðinum) at flestu málini koma. Tað gjørdu tey í fjør, men serliga í ár er greiður munur. Tí tað eru tvífalt so nógv mál komin móti Kjøli. Bæði KÍ og mótstøðuliðini skora fleiri mál móti Kjøli enn móti Háfjalli.
KÍ skorað móti Kjøli í ár: 8 mál
KÍ skorað móti Háfjalli í ár: 4 mál
Mótstøðuliðini hjá KÍ skorað móti Kjøli: 4 mál
Mótstøðuliðini skorað móti Háfjalli: 2 mál
Tilsamans eru 7 dystir leiktir í Klaksvík í ár. Í fjør vóru eisini fleiri mál skorað móti Kjøli. Tá vóru tølini:
KÍ skorað móti Kjøli í ár: 15 mál
KÍ skorað móti Háfjalli í ár: 14 mál
Mótstøðuliðini hjá KÍ skorað móti Kjøli: 8 mál
Mótstøðuliðini skorað móti Háfjalli: 6 mál




