Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tvíkilja sjósetast

Norðlýsið

Seinnapartin mánadagin var ein tvíkilja førd av Skarðhamri norður á góðshavnnina í ánunum, har hon eftir ætlan verður sjósett seinni í kvøld.

Mánadagin var tvíkiljan, sum KJ Hydraulik hevur liðugtgjørt á Skarðhamri førd norð á Ánirnar, har hon skuldi sjósetast. Eftir ætlan skal tvíkiljan setast á sjógvin við einum stórum trukki hjá Skipafelagnum.

Tað var um miðjan november at tvíkiljan kom til Klaksvíkar at verða liðugtgjørd. Arbeiðið við at smíða sjálvan skrokkin, ið er 6 metrar breiður og 12 metrar langur, var gjørt í Lipija, í Letlandi. Í Klaksvík hevur sostatt tann seinasta tilgerðin verið framd. Eitt nú var ein stórur krani og eitt stórt spæl ísett eins og onnur útgerð til ein nýmótans alibát.

Frá KJ Hydraulik frætta vit, at arbeiðið hjá teimum 6-8 monnum hevur gingið væl. Tað er felagið Sandblástur, ið hevur staðið fyri yvirflatuviðgerðini og Radiobúðin ið hevur leverað nautisku útgerðina. Sp/f J-el á Eiði hevur staðið fyri innleggingini av ravmangsútbúnaðinum.

Hendan tvíkiljan, ið er 18. nýbygningurin hjá HJ Hydraulik, er tann fyrsta í eini røð uppá tríggjar, sum skulu gerast lidnar á Skarðhamri. Tað er P/F Pan-Fish sum hevur latið tvíkiljuna gera, og verður hon væntandi latin eigaranum Pan-Fish hósdagin í komandi viku.

Hinar báðar tvíkiljurnar, har onnur longu er komin Klaksvík, verða bygdar til P/F Luna. Eftir ætlan verður skrokkurin, ið 3 metrar longri enn tann ið nú verður latin, førdur útá Skarðhamar seinni í vikuni. Sambært sáttmálanum, so veður 19. nýbygningurin hjá KJ Hydraulik latin 29. mars.