Seint seinnapartin mánadagin var tvíkiljan, sum KJ Hyraulik hevur bygt fyri Pan-Fish sjósett á góðshavnini í Ánunum.
Túrurin av Skarðhamri norður á góðshavnina gekk væl. Tað var ein stórur bingjutrukkur hjá Skipafelagnum, sum varð brúktur til at heysa tvíkiljuna av stóra lastbilinum, og fáa hana í sítt rætta element.
Alt gekk eftir ætlan og verður tvíkiljan latin Pan-Fish næsta hósdag.




