Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tvinnir útróðrarbátar skift eigarar

John William Joensen

Útróðrarbátarnir Fagraenni norðuri í Sundi og Turid hava skift eigarar í vikuni.

Brøðrirnir Oli, Rúni og Eyðstein Sørensen av Viðareiði hava saman við Torleifi Sigurðsson keypt útróðrarbátin Fagraenni frá Tóra Simonsen og fleiri inni í Sundinum.
Fagraenni er nú skrásettur norðuri á Viðareiði. Báturin er sera væl útgjørdur til línufiskiskap og hevur millum annað eisini egningarmaskinu, ið ger at báturin ikki er bundin at egningarskúrði ella egning uppi á landi og kann tí fiska og avreiða allastaðni kring um oyggjarnar alt eftir hvar fiskur er at fáa.
Tóri Simonsen, sum saman við pápa sínum Palla Simonsen  og Óla Marnar Christiansen higartil hava átt Fagraenni, hava samstundis við sølu av gamla bátinum keypt útróðrarbátin Turid úr Klaksvík.
Tóri Simonsen sigur við Norðlýsið, at ynski hjá teimum hevur verið at fingið ein størri bát, soleiðis at eitt sindur liviligari og rúmligari verður umborð.
Vit fara at seta egningarmaskinu í Turid, sigur Tóri víðari. Maskinan er umbiðin úr Noregi og vit rokna við at kunna fara fyrsta túrin einaferð í november mánaða.
Ímeðan bíðað verður eftir at Turid fær egningarmaskinu ísetta, fara vit at rógva út við Fagraenni saman við nýggju eigarunum, soleiðis at teir kunnu koma at kenna bátin betur.
Nú Fagraenni hevur fingið nýggjar eigarar hevur hann eisini broytt navn til Fiskimúli.
Fiskimúli er staðarnavn á Viðoynni, heimanvert Ormadal og sæst av Viðareiði.