Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tvøra Dimma rakar HB-fjepparan

John William Joensen

Tað er kalt sum í grøvini millum Dimmalætting og HB og einasti taparin í stríðnum tykist verða HB-fjepparin, sum verður avmyndaður í Dimmu hvørja viku.

Dimma hevur seinastu árini havt ein fastan tátt við sms boðum frá fjepparunum hjá ymiskum feløgum. 

Allan Samuelsen, hevur umboða HB viðhaldsfólkini, men tá HB leikarin, Kari Nielsen fyrr í ár fekk harðliga viðferð av ítróttarskrivaranum á Dimmu, avgjørdi leiðslan í HB at krevja eina umbering frá ónærisliga høvuðsstaðarblaðnum. 

Men nýggi blaðstjórin á Dimmu, Árni Gregersen, segði korta nei – og síðani avgjørdu leikarar, venjarar og leiðslan í HB at útihýsa Dimmalætting. 

Síðani hevur eingin í HB latið nakra viðmerking til Dimmalætting og Allan Samuelsen, HB- fjeppari í Dimmu, avgjørdi at stuðla felagnum.

Blokerar Dimmu
Allan Samuelsen sigur at hann helt tað vera rætt at standa saman við felagnum, men nú er hann farin at troyttast av stríðnum.
 
– Hvørjaferð ítróttardimma kemur út er mynd av mær og fulla navn og so orðini: Einki boð komið!
 
– Eg starvist dagliga sum portørur og komi tí runt í ymisk heim kring um í landinum, og næstan hvørjaferð fái eg spurningar um fartelefonin ikki riggar ella hvussu gongur við blokaduni. 

– Hetta kann vera skemtiligt, men eg haldi at okkurt eigur at henda.

Bólturin liggur hjá dimmu
– Eg haldi tað vera skeivt av Dimmu at ákæra Kára Nilsen fyri við vilja at skaða ein annan leikara. 

– Men nýggja leiðlan á dimmu hevur lagt eina sokallað skandalu-linju, har teir hava eina skandalu í dag og so avsannað alt í næsta blaðnum. 

– Hetta haldi eg lítið um og eg haldi at Dimma skyldar HB nøkur orð um skrivingina. 

– Hinvegin so er tíðin so nógv fráliðin at endamálið við stongslinum hjá HB er kanska ikki so eyðsýnt longur. 

– Felagið koyri fínt víðari og Dimma skrivar um dystirnar hjá HB. 

– Tað einasta sum sæst er ein mynd av mær hvønn mánadag í dimmlætting og tí haldi eg at onkur í Dimmu átti at vaknað við og roynt at fingið tingini í rættlag við HB.