Sjúkraflutningstænastan, løgreglan og sløkkiliðið høvdu felags venjing umborð á Jupiter í dag
Tað sá heilt alvorligt út á langu kai í dag, men talan var tíbetur bert um eina venjing.
– Vit vandu at ein maður var koppaður um í maskinrúminum í Jupiter. Serliga vandu vit tvørfagliga samstarvi við samskift millum fakøkini. Tað var avbjóðandi at fáa persónin upp, tað var trongt umborð, men vit fingu hann upp á dekkið og brúktu síðani stigabilin hjá sløkkiliðinum at fáa mannin í sjúkrabilin, sigur Allan Joensen deildarleiðari í Sjúkraflutningstænastuni í Klaksvík
– Venjingin riggaði væl, tað gekk væl at fáa mannin upp, sigur Allan Joensen við Norðlýsið at enda.









































