Í fíggjarætlanini hjá Tvøroyrar kommunu fyri 2016 varð roknað við einum halli á 4.410 mió, men ársroknskapurin vísir tó eitt avlop á 7.318 mió., t.e. 11.728 mió meira enn væntað
Í fíggjarætlanini hjá Tvøroyrar kommunu fyri 2016 varð roknað við einum halli á 4.410 mió, men ársroknskapurin vísir tó eitt avlop á 7.318 mió., t.e. 11.728 mió meira enn væntað
Samlaði raksturin av kommununi kostaði 58,98 mió. kr. í 2016, og er hetta 0,4 mió. kr. minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2016. Meirnýtsla er staðfest í § 2 Almanna- og heilsumál á tkr. 730.
Í fíggjarætlanini var roknað við at gera íløgur fyri 14,469 mió í 2016, men roknskapurin vísir, at tað vórðu gjørdar íløgur fyri 10,994 mió, sum kunnu sundurgreinast soleiðis:
| t.kr | ||
| § 1 | Kommunal fyrisiting | 144 |
| § 3 | Børn og ung | 403 |
| § 4 | Undirvísing | 1.088 |
| § 5 | Mentan og frítíð | 46 |
| § 6 | Teknisk mál | 8.280 |
| § 7 | Kommunal virki | 1.033 |
| 10.994 |
Inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu í 2016 vóru 7,843 mió. kr. hægri enn væntað. Roknað var við 69,454 mió. kr. í inntøkum, men roknskapurin vísir, at samlaðu inntøkurnar vórðu 77,297 mió. kr.
Inntøkan av persónsskatti var 62,669 mió. kr. harav 2,863 mió. kr. í partafelagsskatti, og er hetta 7,57 mió. kr. meira enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2016.
Tvøroyrar kommuna hevur í 2016 goldið 3,692 mió. kr. í avdráttum, og var nettoskuldin við árslok komin niður á 0,44 álíkning. Viðmerkjast kann, at tá skuldin var hægst, var hon fleiri álíkningar.
Framgongdin í Tvøroyrar kommunu seinastu árini hevur havt við sær, at Býráðið í 2016 lækkaði skattaprosentið við 1,05 og aftur í 2017 hevur lækkað skattaprosentið við 0,55 soleiðis at skattaprosentið í Tvøroyrar kommunu nú er komið niður á 21.90%
Harumframt hevur góða gongdin í kommununi ført við sær, at gjøldini á barnaansingar-økinum og frítíðarskúlanum nú eru soleiðis háttað, at hjá foreldrum, sum hava meira enn 2 børn í ansingarskipanini, verða 3. og eftirfylgjandi børn ansaði ókeypis.




