Tvøroyrar býráð hevur í eina tíð arbeitt við eini tilgongd um at menna ferðavinnuna í kommununi. Ein partur av tilgongdini hevur verið at gera ein ferðavinnupolitikk fyri at kunna leggja støði undir raðfestingum og átøkum næstu árini. Býráðið samtykti ferðavinnupolitikkin á býráðsfundi 14. juni.
Týsdagin 19. juni leggur býráðið ferðavinnupolitikkin fram fyri borgarum og vinnulívi í kommununi. Á fundinum verður eisini greitt frá ætlaðu tilgongdini, sum er at skipa fyri tiltøkum og menningartilboðum fyri ferðavinnuveitarum – bæði teimum sum eru og teimum, ið kundu hugsað sær at byrja virksemi innan ferðavinnu.
Fundurin verður í skúlagarðinum í Trongisvági týsdagin 19. juni kl. 19.00. Skráin er hendan:
1. Borgarstjórin, Kristin Michelsen býður vælkomin
2. Síðani greiða Theresa Turidardóttir Kreutzmann og Ingibjørg Berg, CommIT frá:
· Ferðavinna á Tvøroyri – framtíðar avbjóðingar
· Ferðavinnupolitikkurin hjá Tvøroyrar kommunu
· Tiltøk í heyst fyri verandi ferðavinnuveitarum og teimum, sum hugsa um at byrja virksemi innan ferðavinnu
3. Spurningar og viðmerkingar
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vit vóna góða undirtøku fyri fundinum, har høvi eisini verður at seta spurningar, siga sína hugsan og koma við íkasti til arbeiðið.



