Á longsta degi, 21. juni kl. 18, verður spennandi tvørpolitiskt tiltak úti í Grøv.
Alt hetta verður á skrá:
Snarrøður. Øll valevni, sum eru áhugað, fáa møguleika at halda eina røðu uppá 2 minuttir.
Politiskt vinarligt munnhøgg. Tvey valevni ímóti hvørjum øðrum. Tey fáa 1-2 min hvør. Jónleif Johannesen og Óluva Klettskarð hava longu bjóðað seg. Eru onnur áhugað, eru tit vælkomin at boða fyriskiparunum frá hesum.
Eirikur í Jákupsstovu verður orðstýrari/klokkustýrari
Grilla sneisabreyð og skúmfidusar á bálskálum
Okkurt verður til matna og drekka (havið egnan kopp við)
Føroyskur dansur
Felagssangur
Um viðrar verður gongutúrur í hagan seinni um kvøldið. Meira kunning um hetta kemur seinni.
Vit vilja hervið bjóða øllum, ungum sum eldri, til eitt øðrvísi politiskt tiltak á longsta degi.
Fyriskiparar eru
Norðoya Tjóðveldisfelag, Norðoya Javnaðarfelag, Norðoya Fólkafloksfelag, Føroyaflokkurin, SU, Huxa og Unga Tjóðveldið



