Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Twisted Sister hita upp til SummarFestivalin

SF

SF2014: Twisted Sister hava úr at gera áðrenn teir trína á pall á komandi SummarFestival. Áðrenn teir møta upp á Vágsbøi, leggja teir leiðina fram við Spania, Svøríki, Týsklandi, Amerika og Eysturríki. Tá eru limirnir í bólkinum væl upphitaðir.

Høvuðsnavnið á SummarFestivalinum 2014 er uttan iva Twisted Sister. Bólkurin hevur verið virkin síðani 1973 og eru tað enn. Tað vísir skrá teirra ið hvussu er.

Fyri stuttum var Twisted Sister á palli á Copenhell, sum er árligi rokkfestivalurin í Keypmannahavn. Har fekk rokkbólkurin góð ummæli og føroyingar, ið vóru til konsertina, ætla sær ið hvussu er á SF, tí upplivingin var so góð.

Hóast bólkurin er gamal, eru enn knotur í limunum. Sum skilst, ætla teir sær ikki at spara seg á Vágsbøi.

Harleywoodpaint