KÍ og EB/Streymur spæla bæði um at yvirliva í 1.deild. Tey møtast í Klaksvík í kvøld.
Botnstríð í 1.deild hevur í eina tíð staðið millum KÍ, EB/Streym og HB. HB hevur alla kappingina ligið aftast og gera tað enn, men seinastu tíðina hava teir veruliga fingið gongd á. M.a. tí teir hava fingið styrk frá leikarum, sum eru heima í summarfrí. Teir hava fingið 10 av seinastu 12 stigunum og hava m.a. vunnið á útivølli móti FC Suðuroy og 07Vestur, sum bæði stríðast um uppflyting. Tað merkir, at KÍ, EB/Streymur og HB nú øll eru jøvn í stigum. Øll trý hava 16 stig og bara málmunurin ger, at KÍ er fremst og HB aftast av hesum liðunum. Víkingur hevur 21 stig á 7. plássi.
EB/Streymur og KÍ hava kappast um at verið yvir strikuni í longri tíð og júst hesi liðini møtast í 21. umfarinum, sum verður leikt í kvøld. Dysturin er í Klaksvík og byrjar kl. 18.00. HB møtir NSÍ á heimavølli, meðan Víkingur møtir AB á heimavølli.




