Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Týðarin Hanus Debes Joensen

Pól á Kletti

Hanus Debes Joensen (1913-1995). Landslækni. Var væl vitandi um týdningin, vísindi, mentan og list hava í samfelagnum. Hann var tjóðskaparsinnaður og mikið lá honum á hjarta at menna føroyska málið. Yrkti og skrivaði um nógv umisk evni; greinir, hugleiðingar og ummæli í t.d. Fróðskaparriti, Varðanum og Glugganum. Týddi kinverskan skaldskap og onnur verk úr heimsbókmentunum

Hanus Debes Joensen, landslækni, sáli, týddi Dekameron. Hann var ættaður av Tvøroyri, føddur har 27. november 1913. Hann tók preliminerprógv og síðan studentsprógv á Rungsted studentaskúla 1932.

Hanus las læknafrøði í Keypmannahavn, tók læknaprógv í 1939 og embætislæknaprógv í 1942. Í nøkur ár arbeiddi hann á ymsum sjúkrahúsum í Danmark, men kom so heimaftur til Føroya í 1946 og røkti læknastarv í Norðurstreymoy, búsitandi í Vestmanna. Í 1949, tá ið hann gjørdist landslækni, flutti hann til Havnar.

Í 1954 fekk hann doktaranavnbót fyri ritgerð um týdningin, bróstamjólk hevur fyri pinkubørn.

Starvið sum landslækni røkti hann til 1979.

Umframt at røkja læknastarvið var Hanus virkin sum íbirtari, hevði álitisstørv í fleiri nevndum og feløgum og var rithøvundur, skald og granskari.

Hanus Debes Joensen andaðist 15. juli 1995.

Hanus Debes Joensen var væl vitandi um týdningin, vísindi, mentan og list hava í samfelagnum. Hann var tjóðskaparsinnaður og legði stóran dent á, at vit gingu fram sum tjóð. Og mikið lá honum á hjarta at menna føroyska málið.

Hann var við til at stovna Føroya Fróðskaparfelag í 1952, var formaður árini 1952-74 og næstformaður 1974-77. Hann var næstformaður í Fróðskaparsetursráðnum 1956-74 og formaður 1974-77. Harumframt hevur hann sitið í ritstjórnini fyri Fróðskaparriti 25-ára skeiðið 1952-77. Hann var formaður í Listafelag Føroya, sum føroyskir útisetar í Danmark stovnaðu í 1941, frá tí at felagið var stovnað og til 1960.

Hanus Debes Joensen skrivaði fleiri bókmentaverk, hann yrkti og skrivaði um nógv umisk evni; greinir, hugleiðingar og ummæli í t.d. Fróðskaparriti, Varðanum og Glugganum. Hann týddi kinverskan skaldskap og onnur verk úr heimsbókmentunum. Tey bæði fyrru bindini av týðingini Dekameron gav forlagið Fannir út 1994-98 og tað triðja og síðsta í 2014.

Innan alisfrøðina hevur hann ikki minst málsliga gjørt slóðbrótaraverk við bókini »Alisfrøði« (1969), sum hann fekk M. A. Jacobsens virðislønina í yrkisbókmentum fyri.

Úr Grunni Kristjans á Brekkumørk fekk hann sømdargávu; ein grunnur, sum Chr. Matras, professari, og Føroya Fróðskaparfelag stovnaðu í 1982 við tí endamáli at styðja einstaklingavirki føroyskum máli at frama. Stovnsfæið var tann Ossian-heiðursløn, sum FVS-stovnurin í Hamborg læt Chr. Matras í 1981.